WordPress speaks Faroese

We are now the official maintainers of the Faroese WordPress translation. Not that we have given up on Drupal, but WordPress is a really nice fast fix, if you want to set up a personal blog or web page like this one. There are a lot more readily available themes too, which is good if you don’t know how to theme yourself. You can find the necessary WordPress 2.3 fo.mo language file here on the ‘WordPress in Your Language‘ page at wordpress.org.


Posted

in

by

Tags:

Comments

7 responses to “WordPress speaks Faroese”

  1. Hjalti á Lava Avatar
    Hjalti á Lava

    Ber tað til at fáa dagførda umseting til WP 2.6.3. Ella at fáa atgongd til at bøta/hjálpa til at umseta tað sum manglar?

  2. admin Avatar

    Øhh ja, hon er faktiskt klár. Tað er bara so nørdut at fáa hesar umsetingarnar sendar inn til WordPress (og Drupal). Men eg skal hyggja uppá tað nú í næstu viku.

  3. admin Avatar

    Soleiðis, nú kann ein 2.6 útgáva finnast á http://codex.wordpress.org/WordPress_in_Your_Language. Møguliga manglar onkur einstøk týðing ísv 2.6.3, men hatta skuldi verið væl á leið.

  4. Hjalti á Lava Avatar
    Hjalti á Lava

    Takk fyri, men nú er WP 2.7 á trappunum 🙂 Ætla tit at umseta tað eisini?

  5. Hjalti á Lava Avatar
    Hjalti á Lava

    Ber tað til at fáa atgongd til SVN, so eg kann hjálpa til at umseta?

  6. Dávur Avatar

    Hey Lis og Rókur

    Eg fann tykkara WP 2.7 projekt á LaunchPad. Tit hava gjørt eitt knasandi gott arbeiði. Fyrst við tí eldru útgávuni, og nú betri aftur við tí nýggju.

    Sjálvur valdi eg ikki at brúka tykkara eldru útgávu. Har vóru smáting, ið ikki passaðu so væl. Eg havi roynt at hugt at núverandi umsetingini til 2.7. Tað sær heilt gott út. Mær hevði dámt betri um tít nýttu “slóð” heldur enn “leinki”, tá enska “link” verður umsett. Men tað hevur ikki so stóran týdning.

    Er har nakar møguleiki at blíva partur av umsetingar gruppuni á LaunchPad, so man kann gera viðmerking hará? Eg havi (fyribils) 2 viðmerkingar til umsetingarnar.

    1. English: View all posts filed under %s
    Current Faroese: Vís allar postar í bólku %s (Bólkur er kallkyn. Nýt heldur “Vís allar postar í bólkinum %s” ella “Vís allar postar bólkaðir undir %s”. )

    2. English: Comment on %s (Her er tað sagnorðið ‘comment’)
    Current Faroese: Viðmerking til %s (Nýt okkurt á hesari leið “Ger eina viðmerking til %s”, ella bara “Viðmerk %s”)

  7. rokur Avatar

    Hey Dávur

    Jú jú, fá tær eina Launchpad konto, so koyra vit teg uppí. Sí
    http://codex.wordpress.org/Translating_WordPress_with_Launchpad

    Annars, viðvíkjandi ‘link’, so er tað vegna orðalistan hjá Føroysku Málnevndini. Sí http://www.fmn.fo/listar/nyggj_ord/nyggj.htm

    Vinarliga

    Rókur

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *